Tríeindin

Gud er Skapari heimsins og heldur heiminum uppi. Hann er æviga tríggir Persónar: Gud Faðirin, Gud Sonurin og Gud Heilagi Andin. allir tríggir eru eins í mátti og dýrd og eru ein Gud.

1 Mós. 1:1: Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.

1 Mós. 1:26: So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“

1 Mós. 1:27: So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.

1 Mós. 3:22: Gud HARRIN segði: „Hygg, menniskjan er vorðin sum ein av Okkum, so at hon kennir gott og ilt! Bert hon nú ikki rættir út hondina og tekur av træi lívsins við og etur – og livir í allar ævir!“

5 Mós. 6:4: Hoyr, Ísrael! HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.

Esa. 45:14: So sigur HARRIN: Góðs Egyptalands og vinningur Etiopia, og Sabearar, hinir hávaksnu menn, skulu koma til tín og hoyra tær til; teir skulu fylgja tær, í leinkjum skulu teir ganga; og fyri tær skulu teir kasta seg niður, teg skulu teir bøna: „Bert hjá tær er Gud, og eingin annar er, eingin annar Gud!“

Esa. 46:9: Hugsið um tað, ið fyrr var, longu í fornum tíðum – at Eg eri Gud, og eingin annar, at Eg eri Gud, og eingin annar er enn Eg,

Esa. 48:16: Komið higar til Mín og hoyrið hetta! Frá upphavi havi Eg ikki talað í loyndum; táið tíðin kom, at tað skuldi henda, var Eg har. – Og nú hevur Harrin HARRIN sent meg og Anda Sín.

Sálmur 90:2: Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!

Matt. 3:16: Táið nú Jesus var doyptur, kom Hann við tað sama upp úr vatninum, og Himmalin opnaðist fyri Honum, og hann sá Anda Guds dala niður sum dúvu og koma yvir Hann.

Matt. 3:17: Og rødd kom av Himli, sum segði: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“

Matt. 28:19: Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,

1 Pæt. 1:2: útvald eftir fyrivitan Guds Faðirs, í halgan Andans, til lýdni og ásletting við blóði Jesu Krists. Náði og friður falli tykkum margfalt í lut!

2 Kor. 13:13: Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum!

Lat aftur    Útskriva